Spælararnir skulu vera ernir

bannari
Spælararnir skulu vera ernir
Føroyar taptu við trimum fyri Slovenia, men spælararnir skulu vera ernir av einum góðum avriki í sínum fyrsta EM-dysti
11.01.2024 - 19:44

Føroysku spælararnir skulu vera ernir av einum góðum avriki í sínum fyrsta dysti í EM-endaspælinum.

Tað segði føroyski landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir trímálstapið fyri Slovenia á Mercedes Benz-Arena hósdagin.

Føroyar var stundum á odda fyri steðgin, tá tað var javnleikur, men so líðandi sóust royndirnar hjá Slovenia, sum til endans vann 32-29.

 - Vit vita, at vit vóru á odda í fyrra hálvleiki, og vit vita eisini, at støðan var 29-27, tá vit høvdu onkran møguleika, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Vit hava trupulleikar í verjuni, og tað sæst, at vit til dagligt spæla við minni ferð og ímóti spælarunum, sum ikki duga tað, sum slovenar gera. Teir skora ov nógv mál eftir steðgin, staðfesti venjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115