Bretland lovar Ukraina 22 milliardir í stuðli

Bretland lovar Ukraina 22 milliardir í stuðli
Rishi Sunak, forsætisráðharri, er á vitjan í Ukraina
Rishi Sunak, forsætisráðharri, heilsar upp á sløkkiliðsmenn í Kyiv. Bretland lovar Ukraina milliardastuðul.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2024 - 11:50

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, lovar Ukraina milliardastuðul næsta árið,  ella 2,5 milliardir pund. 

Rishi Sunak er á vitjan í Ukraina í dag. 

Í høvuðsstaðnum Kyiv skal hann m.a. skriva undir søguliga avtalu um trygdarsamstarv millum londini bæði, stendur í fráboðan frá bretskum myndugleikum.

- Eg eri her í dag við boðunum: Bretland ivast ikki. Vit standa saman við Ukraina í myrkastu tíð teirra og í ljósari tíðum, sum koma, sigur Sunak í fráboðanini.

2,5 milliardir pund í hernaðarstuðli svara til slakar 21,7 milliardir krónur, og peningurin verður latin í komandi fíggjarári.

Hetta eru 200 milliónir pund meira enn seinastu tvey árini, ella góðar 1,7 milliardir krónur meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961