Ferðavinnufelagið: Elrennihjól skulu vera loyvd

Ferðavinnufelagið: Elrennihjól skulu vera loyvd
Loyvi skal tóbara vera at brúka elrennihjól, sum fáast til leigu, sigur felagið.
Ferðavinnufelagið heldur, at tað er neyðugt at leggja dent á loysnir fyri elrennihjól, heldur enn at seta forboð. (Savnsmynd)
 
15.01.2024 - 09:35

Ferðavinnufelagið heldur ikki, at forboð skal setast fyri at brúka elrennihjól á almennum vegi.

Landsstýrið ætlar at seta hetta forboðið í ferðslulógina.

Men Ferðavinnufelagið mælir tó heldur ikki til fullkomið loyvi.

Loyvi skal bara vera at brúka elrennihjól, sum fáast til leigu, sigur felagið.

Ferðavinnufelagið heldur, at tað er neyðugt at leggja dent á loysnir, heldur enn at seta forboð.

 

Fleiri súkklubreytir

Felagið mælir til at gera fleiri súkklubreytir fyri at fáa eitt tryggari vegakervi. Og súkkluhjálmur skal vera kravdur.

At koyra uttan hjálm skal kosta 1500 krónur í sekt, sigur Ferðavinnufelagið.

Aldursmarkið skal vera 15 ár, og bara eitt fólk kann vera á elrennihjóli.  

Útleigari skal tekna ábyrgdartrygging.

Elrennihjól skal hava ljós bæði framman og aftan alt samdøgrið, sigur Ferðavinnufelagið í sínum hoyringarsvari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083