Seldu fyri dupult so nógv í fjør

Seldu fyri dupult so nógv í fjør
Suðurstreymoyar útróðrarfelag hevur havt aðalfund
Felagið er sera misnøgt við, at krøvini til smærru útróðrarbátarnar í sambandi við fiskarí á Føroya banka vóru so nógv herd beint fyri vertíðina. (Savnsmynd)
 
15.01.2024 - 11:17

Bátarnir í Suðurstreymoyar útróðrarfelagi seldu fyri meira enn dupult so nógv í fjør sum í 2022.

Bátarnir vóru fleiri og fiskiskapurin var betri.

Hetta sæst í roknskapinum hjá felagnum. 

Inntøkurnar, sum eru beinleiðis knýttar at avreiðingarvirðinum, vóru meira enn dupult so stórar í fjør sum í 2022.

 

AIS-skipan

Felagið hevur mælt til, at øll før skula hava AIS, sum er ein skipan, sum ger, at øll altíð kunnu síggja, hvar bátarnir eru.

Felagið er sera misnøgt við, at krøvini til smærru útróðrarbátarnar í sambandi við fiskarí á Føroya banka vóru so nógv herd beint fyri vertíðina, at nógvir bátar ikki sluppu á bankan. 

Felagið heldur, at ætlanin hjá Vinnumálaráðnum um krøvini um sýn av bátum í bólki 5A, tey eru 178 í tali, eru alt ov umfatandi.

 

Nevndin í Suðurstreymoyar útróðrarfelagi.

 

Hevur lurtað

Felagið heldur, at Vinnumálaráðið hevur lurtað. Felagið sigur seg hava fingið lyfti um, at krøv og mannagongdir skulu endurskoðast.

Suðurstreymoyar útróðrarfelag hevði aðalfund fríggjadagin.

Nevndin var øll afturvald.

Jógvan Trondesen Andreasen er formaður, Ragnar Hentze, næstformaður og kassameistari og Sámal Lindenskov er eisini í nevndini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541