Forsætisráðharrin upp í mál um ritstuldur

Forsætisráðharrin upp í mál um ritstuldur
Norski heilsumálaráðharrin er løgd undir at hava snýtt, tá hon skrivaði masterritgerð
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, fer nú upp í málið, har Ingvild Kjerkol, heilsumálaráðharri, er løgd undir ritstuldur. (Mynd: NTB)
 
22.01.2024 - 08:49

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, fer nú upp í málið um skuldsetingarnar ímóti norska heilsumálaráðharranum, Ingvild Kjerkol.

Sambært NRK er sannlíkt, at Ingvild Kjerkol hevur snýtt, tá hon skrivaði sína masterritgerð á Nord-universitetinum. Uppgávan er í pørtum meinlík aðrari uppgávu, sum ein annar studentur skrivaði nøkur ár frammanundan.

- Eg havi tosað við Ingvild Kjerkol um tað, sum er komið fram um ritgerð hennara, um vikuskiftið. Nú ræður um at fáa fult yvirlit í hesum málinum. Eg skilji, at Nord-universitetið fer at kanna málið, og tað er gott, skrivaði Støre til norsku pressuna í gjárkvøldið. 

 

Sandra Borch noyddist at leggja frá sær sum ráðharri í norsku stjórnini. (NTB/Ritzau Scanpix)

 

Ráðharri lagt frá sær

Fríggjadagin mátti Sandra Borch, sum var ráðharri í útbúgving og gransking, leggja frá sær, tá tað kom fram, at hon í uppgávuni hevði brúkt tilfar hjá øðrum uttan at nevna keldur. 

Nú hevur NRK eftirkannað uppgávuna hjá heilsumálaráðharranum frá 2021 og er komið fram til, at fleiri brot í uppgávuni eru júst tey somu sum í einari uppgávu tvey ár frammanundan. Og hetta er ikki upplýst sum kelda.

Ingvild Kjerkol segði við NRK fyrrakvøldið, at uppgávurnar høvdu brúkt sama háttalag og endurgóvu tí úr somu lærubókum. 

 

Ikki bara háttalag

Men aðrir norskir miðlar vilja eisini vera við, at ritstuldurin fevnir um meira enn bert háttalagið.

Og verjan hjá heilsumálaráðharranum rínir ikki við serfrøðingar, sum NRK hevur tosað við.

- Teksturin líkist so nógv, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at hesir báðir tekstirnir eru gjørdir óheftir av hvørjum øðrum, sigur John-Arne Skolbekken, professari á NTNU, sum er norska universitetið fyri tøkni og náttúruvísindi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488