- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarakanningar: Høgraflokkar vinna valið til ES-tingið
Frakland, Pólland og Eysturríki eru millum tey níggu evropeisku londini, har radikalir høgraflokkar standa til at vinna valini til ES-tingið, sum verða hildin í limalondunum í juni, skrivar The Guardian í dag.
Veljarakanningar og greiningar eru gjørdar í øllum 27 ES-londum, sum vísa, at radikalir høgraflokkar - populistiskir "euro-skeptiskir" flokkar - síggja út til at fara við valsigrinum í níggju londum, teirra millum Eysturríki, Póllandi og Fraklandi.
Onnur lond, har radikali høgravongurin sær út til at fara at standa seg væl, og fáa onnur- og triðjapláss, eru Týskland, Spania, Portugal og Svøríki.
720 sessir
Í ES-tinginum eru 720 sessir, og í løtuni er meirilutin flokkar á miðjuni og vinstrumegin miðjuna - ein sentrum-vinstra-samgonga.
Veljarakanningarnar vísa, at henda samgonga missir undirtøku, so hon fer frá at hava 36 prosent av sessunum niður í 33 prosent. Uttasti høgravongurin fer væntandi at fáa 40 sessir aftrat teimum 58, hann í løtuni hevur.
Valið til ES-tingið verður hildið í limalondunum í døgunum 6-9. juni, og verður hildið fimta hvørt ár. (Savnsmynd)
Høgraflokkar skipa samgongu
Halda hesar forsagnirnar, merkir tað, at fyri fyrstu ferð kann høgravongurin í ES-tinginum skipa eina meirilutasamgongu saman við frá kristnu demokratum, konservativum og radikalum høgraflokkum.
Verða hesi útlit til veruliga valúrslitið, kann hugsast, at politikkurin hjá ES á grøna økinum, á migratiónsøkinum og í støðuni til at stuðla Ukraina at fáa ES-limaskap, fer at broytast, siga granskararnir Simon Hix og Kevin Cunningham, sum hava gjørt greiningina fyri ECFR - European Council of Foreign Relations.
Valið til ES-tingið verður hildið í limalondunum í døgunum 6-9. juni, og verður hildið fimta hvørt ár.