Russland og Hvítarussland vilja hava enn tættari samband

Russland og Hvítarussland vilja hava enn tættari samband
Russiski forsetin, Vladimir Putin, og hvítarussiski starvsbróðir hansara, Aleksandr Lukasjenko, hittust í gjár
Putin og Lukasjenko høvdu fund í St. Pætursborg í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2024 - 09:55

Forsetin í Russlandi og forsetin í Hvítarusslandi hittust á fundi í St. Pætursborg í gjár, har teir tosaðu um, hvussu samstarvið og samgongan kann mennast millum londini bæði.

Vladimir Putin, forseti, legði dent á, at grannalondini bæði hava ment eitt strategiskt samstarv sum part av 25 ára longu samveldisavtaluni. 

Hon fevnir ikki um samanlegging, men miðar eftir tøttum politiskum, búskaparligum og hernaðarligum sambandi. 

Tætta sambandið ger, at Russland longu hevur sett upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.

- Tað hevur týdning, at vit hava samstarv tætt við altjóða leikvøllin og vísa hvørjum øðrum ósvikaligan stuðul í eini tíð við trýsti uttanífrá á Russland og Hvítarussland, sum vit ongantíð hava sæð áður, segði Putin, tá ið hann tók ímóti Aleksandr Lukasjenko í St. Pætursborg í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963