Tá Washington bankar upp á í Nuuk

Tá Washington bankar upp á í Nuuk
Hvat vilja amerikanararnir í Grønlandi – og hvussu eigur Grønland at svara aftur? Samrøða við Aaja Chemnitz
 
02.06.2026 - 08:57

USA vísir framvegis stóran áhuga fyri Grønlandi, og fyri tveimum vikum síðan vitjaði Jeff Landry, guvernør í Louisiana og serligur sendimaður hjá Donald Trump í Grønlandi, í Nuuk.

Vitjanin skapti nógv kjak. Mótmæli vóru móti amerikonsku vitjanini, samstundis sum amerikonsku umboðini hittu grønlendskar politikarar og vinnulívsfólk. 

Millum tey, sum tóku ímóti innbjóðingini til fund við amerikanararnar, var fyrrverandi fólkatingslimurin Aaja Chemnitz.

Eftir fundin hevur Aaja Chemnitz greitt frá, at hon metti tað vera týdningarmikið at hava samrøðu við amerikanararnar, men samstundis at gera teimum greitt, at grønlendingar sjálvir avgera framtíðina hjá Grønlandi. Hon hevur eisini víst á vandan fyri, at fundir sum hesir kunnu verða brúktir í amerikonskum miðlum sum prógv um stuðul til amerikanskar ætlanir.

Á arktisku ráðstevnuni við Tjarnir í síðstu viku tosaði eg við Aaja Chemnitz, hvat hon helt um fundin við Jeff Landry og amerikanska sendiharran Ken Howery. Vit tosa eisini um útsagnirnar hjá Landry um, hvørt framtíðin hjá Grønlandi er tengd at Donald Trump, um amerikanskan áhuga fyri olju og ráevnum í Arktis, og um Grønland kann taka ímóti amerikonskum íløgum uttan at missa politiskt sjálvræði.

Hvat vilja amerikanararnir í Grønlandi? Hvar gongur markið millum samstarv og ávirkan? Og virðir Trump-stjórnin veruliga grønlendska sjálvsavgerðarrættin?

Tað spyrja vit Aaja Chemnitz í sendingini, tá Washington bankar upp á í Nuuk klokkan 10.

Sendingin kann eisini hoyrast her:

Ta_Washington_bankar_upp_a_i_Nuuk


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595