Misnýttu mvg-afturberingina fyri el-innlegging til hitapumpu

Misnýttu mvg-afturberingina fyri el-innlegging til hitapumpu
Dømi eru um, at rokningar fyri el-innlegging vóru upp í 30.000 kr., hevur Fíggjarmálaráðið upplýst fyri fíggjarnevndini
Umhvørvisstovan sigur, at el-innlegging til hitapumpu hóskandi eigur at kosta 7.000 kr. (Savnsmynd)
 
01.02.2024 - 08:18

Tað var týðiligt, at skipanin við meirvirðisgjaldsafturbering fyri el-innlegging til hitapumpu var misnýtt.

Tí kann el-innlegging í mesta lagi kosta 7.000 kr., um biðið verður um afturbering.

Rokningarnar fyri el-innlegging vóru upp í 30.000 kr. 

 

Umfataði alt møguligt annað

El-innleggingin umfataði alt møguligt annað enn hitapumpu, so sum at seta upp grønan málara og leggja jørð inn í alt húsið. 

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í telduposti til fíggjarnevndina.

Fíggjarmálaráðið fekk hetta at vita frá Umhvørvisstovuni, sum umsitur skipanina.

Umhvørvisstovan sigur, at el-innlegging til hitapumpu hóskandi kostar 7.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711