Blóðroyndir fluttar til Føroya

Blóðroyndir fluttar til Føroya
PKU-kanningar fluttar úr Danmark
PKU-kanning (savnsmynd).
 
01.02.2024 - 09:13

 

PKU-kanningarnar eru blóðroyndirnar, sum vera tiknar úr hælunum á nýføðingum.

Kannað verður, um nýføðingurin hevur 25 viðføddar sjúkur.

 

 

 

Blóðroyndir tiknar síðani 1986

Statens Serum Institut sigur, at blóðroyndir, sum eru tiknar av nýføðingum í Føroyum síðani 1986, vera fluttar Fólkaheilsustýrinum. 

Royndirnar skulu brúkast til at menna og umsita eina vevnaðar- og blóðskrá, eina sjúkuavgerðarskrá og eina ættarskrá.

Serumstovnurin ger foreldur, sum ikki hava biðið um at fáa úrslitið av PKU-royndini strikað, varug við, at yvirtøkan byrjar nú í februar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342