Gongst illa at skipa stjórn í Hollandi

Gongst illa at skipa stjórn í Hollandi
Ein flokkur aftrat hevur tikið úr samgongusamráðingunum við flokkin hjá Geert Wilders, sum vann valið í november
Tað gongst illa hjá Geert Wilders og flokki hansara, sum vunnu tjóðartingsvalið í Hollandi, at skipa stjórn
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.02.2024 - 08:48

Tað gongst illa hjá víðgongda hollendska høgrapolitikaranum, Geert Wilders, at skipa stjórn, nú ein flokkur aftrat hevur tikið seg úr samráðingunum.

Flokkurin hjá Pieter Omtzigt, NSC, kunngjørdi í gjár, at hann fer burtur úr samráðingunum. Sostatt verður tað ómøguligt hjá Wilders at skipa meirilutasamgongu.

NSC-flokkurin sigur, at hann fer at verða jaligur í framhaldandi satalum, men verður ikki við í stjórnini. Hinvegin fer flokkurin at umhugsa at stuðla eini minnilutastjórn.

 

Wilders vann óvæntað

Tað kom sera óvart, at Wilders og flokkur hansara, Konservativi Liberali flokkurin, sum er anti-islamistiskur og ivasamur um veðurlagsbroytingar, vann valið í Hollandi í november.

Wilders fór undir samráðingar við tríggjar flokkar, men uttan NSC-flokkin og teir 20 tingsessirnar í tjóðartinginum, fær hann ikki skipað meirilutastjórn. 

150 tingsessir eru í hollendska tjóðartinginum.

 

Ósemja um fleiri mál

Ósemja hevur verið millum Wilders og NSC-flokkin um anti-islamistiska manifestið hjá Wilders, ætlaninar um at Holland skal úr ES og uppskot um stórar skattalættar.

Seinast, stjórn skuldi skipast í Hollandi, vardu samráðingarnar í 271 dagar, áðrenn Mark Rutte umsíðir kundi gerast forsætisráðharri.

Hann stendur nú á odda fyri eini fyribilsstjórn, til nýggj stjórn er skipað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450