Sjey ferðsluóhapp í eitt samdøgur

Sjey ferðsluóhapp í eitt samdøgur
Nógvi kavin, ið er niðurkomin seinastu dagarnar, hevur helvt til nógv ferðsluóhapp
Kavin liggur tjúkkur nú yvir bø og ong, men eisini á bilunum og vegunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2024 - 09:16

Seinasta samdøgrið hava verið sjey ferðsluóhapp í ringu koyrilíkindinum.

Eingin fólkaskaði var.

Eingin bilførari er skuldsettur fyri at koyra við ólógligum dekkum, sigur politiið.


Mynd: Bjarni Á. Rubeksen

 

Nógvur kavi

Liggjandi kavaveður hevur verið seinastu dagarnar, og sambært Veðurstovu Føroya, so fer at kava eisini næsta samdøgrið. 

Tað verður frískt lot til frískan vind norðan, fimm til 10 m/s, í kvøld landnyrðingur. Skiftandi skýloft við kavaælum, hitin minus tvey til tvey stig.

Fríggjadag fyrrapart frískur vindur upp í strúk eystan og av landnyrðingi, átta til 13 m/s, framvegis skiftandi skýloft við kavaælum, tó í støðum vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.


Mynd: Bjarni Á. Rubeksen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655