Framvegis eingin dialysa í Suðuroy

Framvegis eingin dialysa í Suðuroy
Støðan ávirkar gerandisdagin hjá teimum, sum hava tørv á dialysu í oynni
Høli og útgerð til dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi eru klár, men enn er viðgerðin ikki byrjað. (Savnsmynd)
 
08.02.2024 - 13:10

Í september í fjør segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi skuldi byrja um ársskiftið, men hon er ikki byrjað enn. 

- Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá okkum, sigur Jónhild við Krógv, ið hevur mann, sum hevur tørv á dialysuviðgerð. 

Hann fær ikki siglt ímillum Suðuroynna og Havnina at fáa dialysu, og 17. august 2022 flutti hann til Havnar, nærri dialysuviðgerðini. 

Hoyr innslag í útvarptíðindunum: 

 

0802024_Dialysa_a_Tvoroyri

 

Hanus Toftheyggj er stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur í stuttari viðmerking, at hølisviðurskiftini eru klár til dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Men hann sigur eisini, at tað í løtuni eru grundleggjandi avbjóðingar, sum arbeitt verður øllum alvi við at loysa. Hann vil tó ikki gera bandaða samrøðu um málið.  

Úvarpið roynt at fáa viðmerking frá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum, Steinari Eirikstoft, men tað hevur ikki eydnast. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636