Tilmæli um sjúkraflutning kemur í summar

Tilmæli um sjúkraflutning kemur í summar
Sjúkraflutningstænastan í øllum landinum verður enduskoðað í løtuni
Landssjúkrahúsið hevur avtalu um sjúkraflutingstænastuna í Sandoynni.
 
12.02.2024 - 05:51

Sjúkraflutningstænastan í øllum landinum verður enduskoðað í løtuni.

Eitt tilmæli um dagførig verður latið Sjúkrahúsverkinum í summar.  

Brúk er fyri einari endurskoðan, nú undirstøðukervið er nógv broytt, síðani Eysturoyartunnilin  og Sandoyartunnilin eru komnir.  

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jacob Vestergaard, tingmann, sum spurdi um 
sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni.

Óvissa eftir 31.mai

Landsstýriskvinnan svarar, at tænastan í Sandoynni er við í endurskoðanini, sum nú er.

Í løtuni hevur sjúkraflutningstænastan í Landssjúkrahúsinum avtalu við ein privatan veitara um sjúkraflutning í Sandoynni. Hon er galdandi til 1.juni í ár.

Landssjúkrahúsið sendir boð eftir sjúkrabilinum, og heldur við líka bil og útgerð.

Tá starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni fáa undirvísing, fevnir hetta eisini um starvsfólk í  Sandoynni.  

Enn er ikki greitt, hvussu verður við sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni eftir 31.mai, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952