Útgjaldið hækkar - inngjaldið verður óbroytt

Útgjaldið hækkar - inngjaldið verður óbroytt
Barsilsskipanin er væl fyri fíggjarliga
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur skotið upp at hækka hægsta útgjaldð úr Barsilsskipanina upp í 30.000 kr. um mánaðin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2024 - 12:21

Barsilsgrunnurin er so mikið væl fyri, at neyðugt verður ikki at hækka inngjaldið, hóast hámarkið fyri barsilsútgjaldi eftir ætlan skal hækka úr 25.000 krónum upp í 30.000 krónur. 

- Barsilsgrunnurin kann væl bera hesa broyting, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sum hevur sent uppskot um broytingar í barsilsskipaniini til hoyringar:

 

16022024_Barsilsgjald

 

Hoyringarfreistin er 26. februar, og uppskotið verður síðani lagt fyri tingið. 

Eftir ætlan kemur lógin í gildi í juni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717