- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóð seg væl

Føroyingurin Janus Wiberg Mortensen vann sær eitt triðjapláss í danska Melodi Grand Prix, sum var í gjárkvøldið.
Tað var Saba Lykke Oehlenschlæger, undir navninum Saba, sum vann kappingina, og sostatt skal umboða Danmark í Eurovision sangkappingini, sum verður í Malmø í mai.
Basim, sum vann kappingina fyri 10 árum síðani, fór avstað við øðrum plássinum.
Saba fekk 37 stig, Basim 34 og Janus Wiberg Mortensen 29 stig.
Bæði Basim og Janus fingu fleiri stig frá hyggjarunum enn vinnarin. Um tað bara var upp til hyggjararnar, hevði Basim vunnið og Janus verið nummar tvey.
Triðja plássið hjá Janusi Wiberg Mortensen er næstbesta úrslitið, sum ein føroyingur nakrantíð hevur fingið í Melodi Grand Prix.
Besta úrslitið var í fjør, tá Rani Petersen undir navninum Reiley, vann donsku kappingina og umboðaði Danmark í altjóða Eurovision kappingini, sum var í Liverpool.


























