Metro til Nólsoyar kostar minst 1,2 milliardir

Metro til Nólsoyar kostar minst 1,2 milliardir
Ein undirsjóvarbreyt millum Havnina og Nólsoynna kostar 1,2 milliardir. kr. uttan váðaískoyti, um tunnilin er 5,4 kilometrar 
Metro í Keypmannahavn.
 
23.02.2024 - 05:36

Ein undirsjóvarbreyt millum Havnina og Nólsoynna kostar 1,2 milliardir. kr. uttan váðaískoyti, um tunnilin er 5,4 kilometrar. 

Eitt føroyskt ráðgevarafelag hevur arbeitt við tveimum uppskotum ella hugskotum um undirsjóvarbreyt til Nólsoyar.

Hon verður frá Bursatanga í Havn til Nólsoyar. 

Í tí eina uppskotinum verður koyrt beinleiðis inn í tunnilin.

Í hinum uppskotinum verða fólk og bilar flutt niður í tunnilin við trappum og lyftum báðumegin tunnilin. 

Dennis svarar Elsebeth

Tað sigur Dennis Holm, landstýrismaður, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um undirsjóvarbreyt, metro, til útoyggjarnar.

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er ikki at gera jarnbreytir ella undirsjóvarbreytir til lítlu útoyggjarnar.

Ætlanin er at gera sjóvegis sambandið enn betri við nýggjum ferjum og við betri ferðaætlanum, sigur Dennis Holm. 

Hann sigur kortini, at vert at fylgja við, hvussu tekniska menningin verður viðvíkjandi undirsjóvarbreytum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709