Fasadan má takast niður ella gerast av nýggjum

Fasadan má takast niður ella gerast av nýggjum
Arbeiðið at seta glasfasaduna upp á løgtingshúsunum var ikki gjørt eftir forskriftunum
Glaspláturnar á fasaduni á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum mugu takast niður, ti arbeiðið er ikki gjørt eftir forskriftunum. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 12:20

Glasfasadan á løgtingshúsinum má takast niður og annaðhvørt setast upp aftur, ella gerast av nýggjum úr øðrum tilfari enn glasi.

Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum Landsverk hevur latið gera, tí arbeiðið at seta fasaduna upp var ikki gjørt eftir forskriftunum.

Besløg og festir úr ymsum metallum eru brúkt hvørt um annað, og tað hevur elvt til tering.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, lýsir støðuna viðvíkjandi fasaduni soleiðis:

 

23022024_Glasfasada

 

Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í niðurstøðuni frá Landsverki stendur eisini, at vatn er likið inn í fasaduna og hevur partvíst oyðilagt timburkonstruktiónina.

Kanningin vísir eisini, at bjálvingin er vorðin vát, og væl hugsandi er, at soppur er komin í konstruktiónina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619