Eingin vápnahvíld í eygsjón

Eingin vápnahvíld í eygsjón
Ísraelska sendinevndin vildi ikki fara til Kairo, tí Hamas sýtir fyri at útflýggja ein lista við nøvnum á gíslum í Gasa, sum framvegis eru á lívi
Tingingarnar um vápnahvíld í Gasa hava ikki borið á mál, og kríggið heldur fram. (Savnsmynd: AFP/Ritzau Scanpix)
 
04.03.2024 - 08:26

Vónir vóru um, at tingingarnar í Egyptalandi um vápnahvíld í Gasa fóru at koma á mál leygardagin.

Men seinnapartin leygardagin komu boð um, at ísraelska sendinevndin ikki kom til Kairo á fund sum ætlað. 

Sambært ísraelskum miðlum, er orsøkin, at Hamas ikki hevur játtað at lata Ísrael ein lista við nøvnunum á gíslunum í Gasa, sum framvegis eru á lívi. 

 

Seta treytir

Hamas hevur kravt, at Ísrael skal lúka ávísar treytir, áðrenn listin verður útflýggjaður.

Umboð fyri Katar og Egyptaland skipa samráðingarnar, og umboð fyri amerikonsku stjórnina hava eisini verið við. 

Talan hevur verið um at loyva neyðhjálp til Gasa, at fleiri hundrað palestinar skulu latast leysir úr fongslum í Ísrael, og ísraelskir gíslar í  Gasa skulu eisini latast leysir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329