143 kvinnur stevna danska statinum eftir 43 milliónum

143 kvinnur stevna danska statinum eftir 43 milliónum
Kvinnurnar stevna, tí tær fingu snyril settan upp uttan samtykki. Hvør kvinna krevur 300.000 kr. í endurgjaldi
Grønlendskar kvinnur mótmæltu í Nuuk, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var á vitjan í fjør. (Savnsmynd: KNR)
 
04.03.2024 - 12:00

143 kvinnur í Grønlandi hava stevnt danska statinum eftir 43 milliónum krónum.

Tær siga, at staturin hevur brotið mannarættindi.

Tær stevna nú, tí staturin læt ikki við seg koma, tá 67 kvinnur í oktober í fjør stevndu eftir 20,1 millión krónum í endurgjaldi.

Ein kanning skal gerast fyrst, sigur danska stjórnin. Hon verður liðug í mai næsta ár. 

 

4.500 snyrlar

Kvinnurnar stevna, tí tær fingu snyril settan upp uttan samtykki.

Tað gjørdu danskir læknar frá 1966 til 1970. Talan var 4.500 snyrlar, sigur DR. 

KNR skrivar, at hvør kvinna krevur 300.000 kr. í endurgjaldi.  

Tær elstu eru yvir 80 ára gamlar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Martin Joensen
203721
Mikudag 4. februar
Úr savninum: Hví ikki meg?
203734
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635