Trump hevur vunnið uppstillingarvalið í 13 statum

Trump hevur vunnið uppstillingarvalið í 13 statum
Avbjóðarin, Nikki Haley, vann bara í einum stati, Vermont
Donald Trump vann stórsigur á uppstillingarvalunum í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2024 - 08:17

Donald Trump er stóri vinnarin á "Super Tuesday".

Tað vísa fyribils úrslitini.

Trump hevur vunnið sannførandi, og sambært AP-tíðindastovuni bendir alt á, at hann hevur vunnið í 13 statum á republikanska uppstillingarvalinum.

Statirnir eru Virginia, Tennessee, North Carolina, Oklahoma, Maine, Massachusetts, Alabama, Texas, Arkansas, Kolorado, Minnesota, Kalifornia og Alaska.

Higartil hevur hitt republikanska valevnið, Nikki Haley, bara vunnið í Vermont á amerikonsku eysturstrondini.

Valúrslitið í Utah er ikki greitt enn. 

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Trump: Ótrúligur dagur

Um trý tíðina í nátt føroyska tíð fagnaði Donald Trump valúrslitinum saman við sínum veljarum í borgini hjá sær í Mar-a-Lago í Florida. 

- Tað er ein orsøk til, at tey kalla dagin "Super Tuesday". Tað er sagt fyri mær, at ongantíð hevur verið ein dagur sum hesin, ein so avgerandi. Eitt ótrúligt kvøld og ein ótrúligur dagur, segði Donald Trump millum annað á røðarapallinum.

Eisini bendir alt á, at Joe Biden, forseti, hevur vunnið demokratiska uppstillingarvalið í øllum statunum, har val hava verið

Amerikanska forsetavalið er 5. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025