Sjúkrarøktarfrøðingar minna á vallyfti um styttri arbeiðsviku

Sjúkrarøktarfrøðingar minna á vallyfti um styttri arbeiðsviku
Vit taka sum givið, at løgmaður stendur við síni vallyfti og tryggjar, at hetta lógaruppskotið verður lagt fram, sigur Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong er forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.03.2024 - 08:21

- Lógaruppskotið um at stytta arbeiðsvikuna hevur ikki sæð dagsins ljós enn. Men vit vóna, at samgongan stendur við síni lyfti. 

Hesum boðar Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar frá í yvirlýsing eftir aðalfundin leygardagin. 

- Nú freistin er farin at bera lógaruppskot í tingið, hava vit tó einki sæð til hetta. Vit taka sum givið, at løgmaður stendur við síni vallyfti og tryggjar, at hetta lógaruppskotið verður lagt fram, skrivar felagið. 

 

Eingin vilji at samráðast

Felagið skrivar eisini um samráðingar og samráðingarrætt. 

- Sum fyrsta fakfelag, ið fór at samráðast, kunnu vit bara staðfesta, at samráðing er ongin, heldur tvørturímóti. Eingin vilji er at samráðast frá arbeiðsgevarans síðu, og harvið politiskari síðu, staðfestir felagið. 

At limirnir hjá felagnum vóru lóggivnir aftur til arbeiðis er ógvuliga álvarsamt, sigur Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV