Fleiri danskir pengar til Ukraina

Fleiri danskir pengar til Ukraina
Danska stjórnin hevur í dag kunngjørt 16. hernaðarliga hjálparpakkan til Ukraina
- Við hesum hjálparpakkanum veita vit eina týðandi hjálp í frælsisstríðnum hjá Ukrainum við bæði Cæsar artillerískipanum og hartilhoyrandi lóðuri, skrivar verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen.
Mynd: Forsvarsgalleriet  
 
12.03.2024 - 18:35

Danska stjórnin hevur í dag kunngjørt 16. hernaðarliga hjálparpakkan til Ukraina.

Hesuferð hevur hjálparpakkin eitt virði upp á 2,3 milliardir krónur, skrivar danska kringvarpið.

- Við hesum hjálparpakkanum veita vit eina týðandi hjálp í frælsisstríðnum hjá Ukrainum við bæði Cæsar artillerískipanum og hartilhoyrandi lóðuri, skrivar verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen í tíðindaskrivi.

Hjálparpakkin er fíggjaður ígjøgnum ukraina-grunnin og Danmark hevur nú veitt ukraina stuðul fyri 39,2 mia krónur, skrivar verjumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655