Politikarar kunnaðir um kommunusamanlegging í Suðuroy

Politikarar kunnaðir um kommunusamanlegging í Suðuroy
Arbeiðsbólkur hevur kannað fyrimunir og vansar at leggja Fámjins-, Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunur saman
Hesi mannaðu arbeiðsbólkin, sum hevur kannað fyrimunur og vansar at leggja kommunurnar í Hvalba, Fámjin og á Tvøroyri saman.
 
18.03.2024 - 13:02

Klokkan 10 fyrrapartin vóru teir tríggir borgarstjórarnir í Suðuroyar norðaru helvt kunnaðir um vansar og fyrimunir við at leggja Fámjins-, Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunur saman.

Arbeiðsbólkur við umboðum fyri tær tríggjar kommunurnar hevur í umleið eitt ár arbeitt við at kanna vansar og fyrimunir við samanlegging, og nú verða politikararnir kunnaðir um niðurstøðuna.

Róin Schrøder hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.  

Nú klokkan eitt, tá ið borgarstjórarnir eru kunnaðir, koma allir bygda- og býráðslimirnir í teimum trimum kommununum við á fundin at fáa kunningina frá arbeiðsbólkinum.

Tað stóð øllum sjey kommununum í Suðuroy í boði at gerast partur av arbeiðnum, men bara Fámjins kommuna, Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna vóru áhugaðar í at gerast partur av arbeiðsbólkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037