Falstíðindi fáa færri miðlar at senda fólk apríl

Falstíðindi fáa færri miðlar at senda fólk apríl
Fake news, falstíðindi, gera, at nógvir fjølmiðlar eru givnir at senda lesarar, lurtarar og hyggjarar apríl
Falstíðindi gera, at støðugt færri fjølmiðlar senda fólk apríl.
 
02.04.2024 - 06:58

Fake news, falstíðindi, gera, at nógvir fjølmiðlar eru givnir at senda lesarar, lurtarar og hyggjarar apríl.

Hetta byrjaði longu í 2017.

Og siðvenjan at senda fólk apríl kann halda heilt uppat, sigur Caroline Nyvang, granskari á Kongaliga bókasavninum í Danmark, við Ritzau.

Hon hevur millum annað granskað søguna um tað at senda apríl

Hon sigur, at nógvir fjølmiðlar eru givnir at senda fólk apríl, tí teir halda tað vera at seta trúvirðið í vága, nú so nógv falstíðindi eru.

Men hon sigur eisini, at fyritøkur eru ikki givnar at senda fólk apríl.

Tað gera tær fyri at fáa umtalu og reklamu, sigur Caroline Nyvang.

Siðvenjan at senda fólk apríl er fleiri hundrað ára gomul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974