Hondbóltur: Turið aftur á landsliðnum

Hondbóltur: Turið aftur á landsliðnum
Hon var ikki við, tá hondbóltslandsliðið vann tvær ferðir á Luksemburg. Orsøkin var ikki heilt greið, men nú er Turið Arge Samuelsen aftur í hvítum og hon gleðir seg til dyst
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
03.04.2024 - 12:23

Turið Arge Samuelsen er aftur á hondbóltslandsliðnum, sum skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Svøríki mikukvøldið, og hon gleðir seg.

 - Tað er ordiliga deiligt. Vit hava nakrar spennandi dystir fyri framman, og eg eri bara glað fyri at vera við, sigur hon.

Sterki Kyndilsspælarin var ikki við til dystirnar ímóti Luksemburg. Júst hvat orsøkin var, er ikki heilt greitt, men nú eru allar ósemjur lagdar til viks, og Turið Arge Samuelsen verður aftur í hvítum til avgerandi dystirnar ímóti Svøríki og Íslandi. 

 - Eg og landsliðsvenjarin hava havt eitt gott prát, og vit bæði hava altíð havt ein góðan dialog, sigur Turið Arge Samuelsen.

 - Vit bæði prátaðu saman og komu til ta niðurstøðu, at vit skuldu prøva at fara allan vegin, nú vit skulu til Íslands og taka ímóti Svøríki.

 

Somu treytir fyri allar

Treytirnar eru tær somu fyri allar spælararnar, staðfestir landsliðsvenjarin, Claus Mogensen.

 - Tú skalt vera motiveraður og veruliga vilja vera við á landsliðnum, og tað vil hon, og so er hon við, sigur hann.

Turið Arge Samuelsen hevur leingi spælt á bakkinum fyri Kyndil, men á landsliðnum hevur hon verið á vinstra vongi higartil. Nú koma føroysku viðhaldsfólkini helst at síggja hana á báðum plássunum. 

 - Eg komi primert at spæla vongur. Tað hava vit tosað um, og tað er í fínasta ordan, men so hava teir hugsað, at vit kunnu hava onkrar loysnir, um tað steðgar upp. Tá hava vit brúkt meg í bakkketuni, greiðir Turið Arge Samuelsen frá.

 - Hon hevur ein ekstraordineran kvalitet í eksplosiviteti og lopstyrki, sum kunnu bjóða málverjunum hjá Svøríki av. So vit koma at síggja hana nógv á vonginum, men eisini í løtum á bakkinum, sigur landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925