Kríggj órógvar ungdómin

Kríggj órógvar ungdómin
Ungdómurin í Svøríki er vanur við ein friðarligan heim. Tí tykjast boðini frá myndugleikunum rættisliga ógvuslig, tá tey fáa at vita, at tey skulu vera tilbúgvin til álop
08.04.2024 - 19:24

Maya Kastlander er ungdómspolitikari. Hon er við á fundi hjá Norðurlandaráðið Ungdómsins, sum eisini hevur fund á Hotel Føroyum í hesum døgum. Hon og hennara javnaldrar í Svøríki eru heldur órógvað av spentu støðuni í heiminum og boðunum frá myndugleikunum, um at vera tilbúgvin til eitt álop.

Maya Kastlander tekur undir við, at Norðurlond samstarva um trygdina hjá øllum norðurlendingum.

Eins og Føroyar, so liggur Ísland longur burtur frá konflktini í Evropa. Tó er hetta nakað, sum eisini upptekur ungdómin har.

Í øllum førum hevur trygdarstøðan givið ungdóminum eitt nýtt evni á dagsskránna

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334