Á Breddanum: Fyrsti norðurlandaráðsfundurin í Føroyum

Á Breddanum: Fyrsti norðurlandaráðsfundurin í Føroyum
250 norðurlendsk tingfólk eru á evnisfundi hjá Norðurlandaráðnum í Havn í hesum døgum
Norðurlandaráðið hevur evnisfund á Hotel Føroyum í hesum døgum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2024 - 09:37

Fyri fyrstu ferð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum.

250 norðurlendsk tingfólk eru á evnisfundi hjá Norðurlandaráðnum í Havn, og eftir ein drúgvan dag í gjár við fundum og arbeiðsbólkum, verður almenni parturin - ella tingfundurin - á Hotel Føroyum í dag.

Millum annað verður greitt, hvørji tilmæli vera um broytingar í Helsingforssáttmálanum, sum er grundlógin fyri Norðurlandaráðið. 

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Arbeiðsbólkar hava millum annað arbeitt við tilmælum um broytingar í trygdarpolitikkinum og viðvíkjandi støðuni hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum ikki hava fullan limaskap.

Breddin er í dag á norðurlandaráðsfundi.

Vit hava innrættað eina útvarpsstovu á Hotel Føroyum, har John Johannessen og Tróndur Olsen fara at práta við gestir.

Í sendingini verður eisini samrøða við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647