Skulu brúka tvey fólk at umsita Koltur

Skulu brúka tvey fólk at umsita Koltur
Tjóðsavnið søkir eftir tveimum fyristøðufólkum til Koltur, nú Bjørn Patursson er givin
Fyristøðufólkini skulu millum annað umsita fornminnini í Koltri.
 
10.04.2024 - 06:24

Tjóðsavnið søkir eftir tveimum fyristøðufólkum til Koltur, nú Bjørn Patursson er givin.

Talan er um fulltíðarstørv og føst størv.

Annað fólkið fær ein samskipandi lut. 

Í høvuðsheitum skulu fólkini skiftast um at vera í Koltri, men av og á skulu tey arbeiða saman í Koltri.

Fyristøðufólkini skulu byrja 1.juni ella skjótast tilber. 

Tey skulu arbeiða við samskipan, miðling, dagligari umsjón og viðlíkahaldi.

Arbeiðsøkið er umfatandi.

Nógv at gera

Tey skulu hava umsjón við ognum landsins í Koltri og skipa fyri, at Koltur støðugt er mannað.

Millum annað skulu sjálvboðin manna oynna.

Fyristøðufólkini skulu taka móti ferðafólki, ansa húsdjórunum, fletta ella skipa fyri fletting.

Hjálpa savnsvørðum og granskarum Tjóðsavnsins við ymsum uppgávum.

Og tey skulu gera skipanir fyri Koltur, so sum mannagongdir fyri sóttreinsan, gera skilhaldsreglur og hava reingerðina í húsum Tjóðsavnsins.

Umsóknarfreistin er til 21. apríl.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541