USA umhugsar at sleppa málinum móti Assange

USA umhugsar at sleppa málinum móti Assange
Í USA er stovnarin av Wiki Leaks ákærdur at hava almannakunngjørt túsundtals loynilig skjøl
Í 2029 slepti Svøríki einum máli móti Julian Assange valdstøku og kynsligan harðskap.
Mynd: Reuters  
 
11.04.2024 - 08:20

USA umhugsar at sleppa rættarmálinum móti Julian Assange.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, í gjár, sambært Sky News.

Í februar tók avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, undir við einum uppskoti um, at fáa Julian Assange aftur til Avstralia.

Tá ið Biden var spurdur um málið í Hvítu húsunum, svaraði hann Sky News:

- Vit umhugsa tað.

 

Stovnaði Wiki Leaks

Julian Assange er avstraliari og stovnaði WikiLeaks.

Í USA er hann ákærdur fyri at hava almannakunngjørt túsundtals loynilig skjøl á Wikileaks. Eitt nú nøvnini á trúnaðarkeldum hjá amerikonsku verjuni. 

WikiLeaks hevur eisini almannakunngjørt m.a. sjónbandaupptøkur av tveimum journalistum, sum lótu lív í einum amerikonskum tyrluálopi.

 

Kann fáa 175 ár

Assange kann vera dømdur 175 ára fongsul í USA, verður hann funnin sekur í øllum ákærum, millum annað um njósning.

Assange hevur sitið sjey ár í Belmarsh-hátrygdarfongsli í London fyri at sleppa undan at vera útflýggjaður Svøríki, í sambandi við eitt mál um valdstøku og kynsligan harðskap.

Svøríki slepti málinum í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457