Herdar ferðslureglur í Danmark: Løgreglan lagt hald á nærum 3.000 bilar

Herdar ferðslureglur í Danmark: Løgreglan lagt hald á nærum 3.000 bilar
Seinastu trý árini hevur danska politiið lagt hald á nærum 3.000 akfør, sum hava verið brúkt til vitleysa koyring, tað sum á donskum kallast "vanvidskørsel".
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
19.04.2024 - 10:11

Seinastu trý árini hevur danska politiið lagt hald á nærum 3.000 akfør, sum hava verið brúkt til vitleysa koyring. Tað veit danska kringvarpið at siga frá danska løgmálaráðnum.

Ein breiður meiriluti í Fólkatinginum samtykti í desembur í 2020, at vitleys koyring - tað, sum á donskum kallast “vanvidskørsel” - skuldi revsast harðari.

Millum annað fekk politiið heimild til at leggja hald á akfør á staðnum, um tey blivu brúkt til vitleysa koyring, líkamikið um førarin sjálvur átti bilin ella ikki.

Vitleys koyring fevnir millum annað um koyring við eini alkoholpromillu yvir 2,0, koyring skjótari enn 200 km/t, ella koyring við meira enn tvífaldu loyvdu ferð í einum øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457