Venjarin: Meir skal til

Venjarin: Meir skal til
Meir skal til, og føroysku spælararnir skulu til betri feløg, so teir megna at fylgja við í tílíkum dystum, segði Peter Bredsdorff-Larsen, eftir at HM-dreymurin brast í Skopje
12.05.2024 - 20:03

Meir skal til, um Føroyar skulu klára seg í slíkum dystum sum hesum.

Tað segði venjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir at dreymurin um HM-endaspæl í januar brast í Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje sunnukvøldið.

 - Um vit skulu vera við á hesum stignum, krevst, at vit spæla á betri liðum, í sterkari deildum, eru betur fyri kroppsliga og kunnu spæla við uppaftur meiri intensiteti, tí tað er júst tað, Norðurmakedónararnir gera í dag, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Føroyar taptu 34-26 á degnum og við einum máli samanlagt, og ósigurin neit sjálvandi hjá spælarunum, sum ongar tænastur fingu frá turkisku dómarunum, helt venjarin.

 - Ferðin og fysikkurin var á høgum altjóða stigi, men dómararnir loyva eisini heimaliðnum nógv, segði venjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527