13 borgarstjórar skulu manna nýggja kommunufelagið

13 borgarstjórar skulu manna nýggja kommunufelagið
Uppskot til viðtøkur fyri nýggja felagið er gjørt. Kommunurnar hava freist til 1. november at taka støðu til, um tær taka undir við
Kommunsamskipanin og Kommunufelagið eru samd um at leggja saman í eitt felag fyri allar kommunur í landinum
 
07.10.2013 - 10:41

13 borgarstjórar vera í stýrinum hjá nýggja felagnum hjá kommununum.

Fyri at finna tey 13 fólkini í stýrið, verður landið býtt í tíggju øki. Kommunustýrini í hvørjum øki skulu semjast um, hvør umboðar økið í stýrinum. Eydnast ikki at fáa semju, fer borgarstjórin í størstu kommununi í økinum í stýrið.

Øki, har sum fleiri enn ein kommuna hava fleiri enn 1500 fólk, fáa tvey umboð í stýrið. Stýrið velur formann ella forkvinnu.

Tað stendur í uppskotinum um viðtøkur fyri nýggja kommunufelagið, sum býráðini og bygdaráðini hava fingið at taka støðu til.

Borgarstjórafundir

Felagið skal, sambært uppskotinum, halda fýra borgarstjórafundir um árið.Nýggja felagið skal eisini hava ein stjóra. Kommunustjórar og kommunuskrivarar skulu vera í starvsbólki, sum ger tilmæli til stýrið.

Kommunsamskipanin og Kommunufelagið eru samd um at leggja saman í eitt felag fyri allar kommunur í Føroyum. Kommunurnar hava freist til 1.november at boða frá, um tær taka undir við at skipa nýtt felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391