Landsstýrið lænt eina góða milliard

Landsstýrið lænt eina góða milliard
Lánið skal brúkast at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar í summar
Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvum var nógv størri enn 1,1 mia. kr., sum brúk var fyri. (Savnsmynd)
 
15.05.2024 - 09:51

Landsstýrið lænti í gjár 1,1 milliard krónur.

Tað var gjørt við at selja lánsbrøv. 

Lánið er tikið til at rinda aftur lán, 1,1 mia. kr., sum fellur til gjaldingar 2. juni.

Nýggja lánið er eitt fimm ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 24. mai 2029. 

 

Rentan hækkað

Áljóðandi rentan er 3,25 prosent, skrivar Landsbankin. 

Rentustigið er hækkað nógv síðani juli 2022. Tó er rentan á láninum, sum er tikið nú, eitt vet minni enn rentan var fyri lánið, sum landsstýrið tók í fjør. 

Landsbankin og Nordea Bank fyrireikaðu lántøkuna í gjár. 

Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvum var nógv størri enn 1,1 mia. kr., sum brúk var fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334