Tingið farið undir aðru viðgerð av fosturtøkulógini

Tingið farið undir aðru viðgerð av fosturtøkulógini
Tingið atkvøður í málinum, tá orðaskiftið er liðugt
Skelti - bæði fyri og ímóti fríiari fosturtøku - eru sett upp, nú tingið hevur aðru viðgerð av uppskotinum um fría fosturtøku til 12. viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2024 - 15:11

Fyri løtu síðani fór løgtingið undir aðru viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um fría fosturtøku fyri 12. viku.

Málið hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini, sum hevur býtt seg í tríggjar minnilutar.

Samgonguumboðini taka undir við uppskotinum, tó ikki Henrik Old í Javnaðarflokkinum.

Samgonguumboðini hava eitt broytingaruppskot.

Tey siga, at er tað móti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá heilsustarvsfólki á sjúkrahúsi at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skulu tey sleppa undan. 

Andstøðuumboðini í rættarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.

Les  álitið frá rættarnevndini her

Eins og tá fosturtøkumálið var til fyrstu viðgerð er stórur áhugi fyri orðaskiftinum í dag, tí áhoyraraplássini eru fullsett.

Tá orðaskiftið við aðru viðgerð er liðugt, fer tingið at atkvøða í málinum, men nær tað verður, er ógreitt. 

Fylg orðaskiftinum í tinginum her.

 

Bjarni Rubeksen tók myndirnar:

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306