Lærarafelagið mælir tinginum frá at samtykkja málið um floksstødd

Lærarafelagið mælir tinginum frá at samtykkja málið um floksstødd
Jacob Eli S. Olsen, formaður, væntar at úrslitið verður beint øvut av endamálinum um at minka floksstøddina
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
16.05.2024 - 13:20

Lærarafelagið mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at minka floksstøddina í fólkaskúlanum.

- Lógarteksturin er ov veikt orðaður, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður, sum væntar, at úrslitið verður tað beint øvuta av endamálinum um at lækka floksstøddina.

 

(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hann sigur, at samtykkir tingið orðingina í broytingaruppkotinum frá mentanarnevndini, har orðið kann verður brúkt, fer løgtingið at lata skúlaleiðaranum heimildina at gera av, um ein flokkur skal býtast í tveir flokkar ella ikki, tá næmingatalið fer upp um 22 næmingar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16052024_Laerarafelagid_og_floksstodd

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329