Val verður í Iran 28. juni

Val verður í Iran 28. juni
Landasorg er lýst í fimm dagar í sambandi við, at forsetin og uttanríkisráðharrin doyðu í tyrluvanlukku um vikuskiftið
Mohammed Mokhber fyribilsforseti í Iran.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.05.2024 - 09:04

Val verður í Iran tann 28. juni.

Tað boða almennir iranskir miðlar frá sambært bretska kringvarpinum. 

Til 28. juni er Mohammed Mokhber fyribilsforseti í Iran.

 

Ebrahim Raisi, forseti, sum doyði í tyrluvanlukku. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Í gjár var kunngjørt, at Ebrahim Raisi, forseti, og Hossein Amir-Abdollahian, uttanríkisráðharri, lótu lív í tyrluvanlukku í Eysturaserbadjan fyrradagin.

Níggju fólk vóru við tyrluni; teirra millum trý embætisfólk hjá stjórnini í Teheran, ein imamur og so manningin.

Landasorg er lýst í Iran í fimm dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655