Havnar arbeiðskvinnufelag í verkfall á midnátt

bannari
Havnar arbeiðskvinnufelag í verkfall á midnátt
Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir í Havnar arbeiðskvinnufelagi, sum eru settir eftir sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag
Telefonin hjá Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar arbeiðskvinnufelag, ringir ofta í hesum døgum. Á midnátt fara arbeiðskvinnurnar í Havn í verkfall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 09:26

Á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag í verkfall.

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, boðaði sunnukvøldið Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag frá, at Semingsstovnurin gavst við semingsroyndini uttan at leggja fram semingsuppskot.

Stutt eftir boðaði Havnar arbeiðskvinnufelag frá arbeiðssteðgi, sum er lýstur at koma í gildi á midnátt í kvøld.

Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir í Havnar arbeiðskvinnufelagi, sum eru settir eftir sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak.

Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg, og ikki saman við Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, sum á midnátt høvdu verið í verkfalli í tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655