1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík

1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík
Tá ið tey gróvu út í víkingaaldartoftunum í Borðoyarvík síðsta summar, funnu tey eina vakra bláa perlu frá umleið ár 1000.
 
06.06.2024 - 08:11

- Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin, sigur ein brosandi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

 

Niðri í Toftum

Tað er í víkingatoftunum Niðri í Toftum í Borðoyarvík í Klaksvík, at tey hava funnið perluna. Fólk frá Tjóðsavninum tók upp aftur forngrevstur har síðsta summar.

 

 

Nidri_i_Toftum_NET

 

VIDEO: Tað er her í Borðoyavík í Klaksvík, at Tjóðsavnið í fleiri umførum hevur grivið í fornari víkingabúseting.

 

 

Kundi verið skolað burtur

- Vit funnu perluna í einum øki, sum hellur oman í móti áarbakkanum og sjóvarmálanum. Perlan er úr glasi og hon er innflutt til Føroya í víkingatíð. Perlan er helst komin úr Ribe ella Hedeby, sum vóru stórir handilsstaðir í víkingatíð, har hon antin er keypt beinleiðis, ella innflutt við skipið til Føroya. Perlan hevur verið partur av eini hálsketu ella armbandi, greiðir Ann Sølvia frá.

 

 

Tað er Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, ið hevur staðið fyri útgrevstrinum síðsta ár. Her hyggja tey at einum gomlum klíggjasteini, sum í fonari tíð varð bundin upp í endan á garnið á einum klíggjavevi. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

1677495
 
Lurta eftir samrøðuni við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, um tey fundini tey hava funnið í grevstrinum í Borðoyavík.
 
 
 
 
Fyri yvir túsund árum síðani stóð eitt víkingalanghús Niðri í Toftum í Borðoyavík. Húsið hevur verið 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt. Tað hevur havt bogaðar útveggir og høga reising.
Líka síðani 1969 hava fornfrøðingar grivið niðri í Toftum í fleiri umførum og í summar er ætlanin at gera hetta arbeiðið liðugt.

 

 

 

 

Flatir steinar, har rivur eru ristar í. Hesir steinar hava verið brúktir, at baka breyð á og hava virkað sum bakipappír. Teir eru innfluttir til Føroya og eru helst úr miðøld. Funnir í toftunum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

 

Ein vøkur perla, sum eisini er funnin í víkingatoftunum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

Royðugrót, brúkt til at spinna við. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

Tey hava funnið fleiri steinar, sum hava verið brúktir til bríni. Her er eina rásteinur, helst innfluttir úr Noregi, sum hevur verið ætlaður sum bríni.  (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

Steinar, ið hava verið brúktir sum pottar ella íløt. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

 

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, stendur fyri útgrevstrinum NIðri í Toftum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

 

Bláa perlan varð funnin heilt tætt við sjóvarmálan (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974