Sleppa framvegis ikki at landa fiskin

Sleppa framvegis ikki at landa fiskin
Verkfallið hevur við sær, at línuskipini Pison og Polarstjørnan, sum liggja á Klaksvík, verða ikki landað
Pison er komin fullfermdur av Flemish Cap. Onnur frystilínuskip eru eisini á veg heim av Flemish Cap. Fiskurin kann ikki landast uttanlands.
Mynd: Frants Jensen  
 
06.06.2024 - 12:53

Frystilínuskipini Pison og Polarstjørnan liggja fullfermd á Klaksvík, men verkfallið hevur við sær, at tey verða ikki landað.

Pison er komin av Flemish Cap, og Polarstjørnan hevur roynt undir Grønlandi.

Higartil er einki undantak givið at landa fiskin.

Eyðstein Sørensen, skipari á Pison, sigur, at virðið á lastini er einar 8-9 milliónir kr. Vandi er fyri, at fiskurin spillist, tí sum tíðin gongur, tiðnar hann. 

 

Polarstjørnan er komin undan Grønlandi, men verður heldur ikki landað. (Mynd: Frants Jensen)

 

Trý onnur frystilínuskip, sum hava roynt á Flemish Cape, eru eisini farin at sigla heim. Tey eru Eivind, Jógvan I. og Sandshavið.

Fiskur av Flemish Cape kann ikki landast uttanlands, men skal um føroyskan kaikant.

Hoyr Frants Jensen úr Klaksvík:

 

06062024_Frants_ur_Klaksvik
 
 

Línuskipini Núpur og Kvikk liggja eisini á Klaksvík. (Mynd: Frants Jensen)

 

Sí alla samrøðuna, sum Georg L. Petersen gjørdi við Eyðstein Sørensen, skipara á Pison, í Degi og viku týskvøldið: 

 

 

20240604_SLEPPA_IKKI_AV_VID_FISKIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026