Samráðingarleiðari: Nógvir virkisleiðarar eru í døpurhuga

Samráðingarleiðari: Nógvir virkisleiðarar eru í døpurhuga
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, leggur dent á, at semjan snýr seg um tvær avtalur, har tann eina er sjálvur kamurin, meðan hin er eitt serstakt lønarlyft
Bjarni Árting Rubeksen
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur staðið á odda fyri samráðingunum fyri arbeiðsgevararnar
09.06.2024 - 23:00

So kom loksins hvítur roykur úr Hotel Føroyum, tá tað bleiv greitt, at ein semja var funnin millum arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar.

Harvið var fýra vikur langa verkfallið, ið hevur tømt hillarnar í handlunum, og annars lagt landið lamið, av. 

Meðan arbeiðarafeløgini útleggja semjuna sum, at tey hava fingið 13 prosent meira í løn, so royna arbeiðsgevararnir at snara boðskapinum eitt sindur øðrvísi. 

"Vit hava gjørt tvær avtalur," staðfestir Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

"Vit hava gjørt eina avtalu, sum er sjálvur karmurin fyri lønarhækkingina, ið er á 8,2 prosent. Harumframt hava vit valt at geva hesum fólkunum, ið eru ein láglønarbólkur, eitt serstakt lønarlyft upp á 3,75 krónur fyrra árið og 3,50 krónur seinna árið."

 

Sáttmálin fyri at svíða

Niels Winther, samráðingarleiðari fyri arbeiðsgevararnar, staðfestir, at nýggi sáttmálin við arbeiðstakararnar fer at svíða hjá nógvum virkjum. 

"Orsøkin til, at Føroya arbeiðsgevarafelag hevur skrivað, er ein meting um, hvat vit fáa burtur úr støðuni, sum hon er. Men tað er eingin ivi um, at nógvir virkisleiðarar sita í døpur huga um hesa avtaluna," leggur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, afturat. 

Spurdur beinleiðis, hvussu hann sær fyri sær, at onnur fakfeløg, ið koma til samráðingar, fara at tulka semjuna við arbeiðarafeløgini, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, at tað mugu arbeiðsgevararnir hyggja upp á, tá ið tær samráðingarnar byrja. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860