Hvalaveiða í Íslandi: Misálit á matvøruráðharran

Hvalaveiða í Íslandi: Misálit á matvøruráðharran
Eingin hvalaveiða verður í summar, tí loyvið kom so seint
Bjarkey Olsen Gunnarsdóttir er matvøruráðharri í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
19.06.2024 - 08:25

Seinasta orðið er verri enn so sagt um íslendsku hvalaveiðuna.

Nú hevur Miðflokkurin í altinginum lagt fram uppskot um misálit á Bjarkeyju Ol­sen Gunn­ars­dótt­ur, sum nú er matvøruráðharri.

Eingin hvalaveiða verður í summar, tí loyvið til hennara kom so seint.

Fyrst í hesum árinum kom uppskot um misálit á Svandís Svavarsdóttur, sum tá var matvøruráðharri.

Tað var eisini um hvalaveiðuna.

Uppskotið var tó tikið aftur, tá Svandís fór í sjúkrafarloyvi.

Uppskotið um misálit á eftirkvinnu hennara í ráðharrasessinum skal viðgerast í altinginum í dag.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576