Makrelsemjan: ES vil hava størri part av kvotuni, sum Bretland hevur fingið

Makrelsemjan: ES vil hava størri part av kvotuni, sum Bretland hevur fingið
Aðalstjórin í hav- og fiskivinnumálum í ES hevur havt fund við Fiskimálaráðið um málið
ES gjørdi skilnaðaravtalu við Bretland í sambandi við Brexit, og sigur seg sambært hesi avtaluni hava rætt til at fáa størri part av makrelinum, nú Bretland hevur gjørt avtalu við Føroyar og Noreg.
 
19.06.2024 - 13:03

Avtalan, sum landsstýrið hevur gjørt við Bretland, er ikki heilt eftir bókini, spyrt tú ES.

Tí ES hevur eina skilnaðaravtalu við Bretland um, at ES skal hava góða helvt av tí, sum Bretland fær av kvotunum í strandarlandasamráðingum.

TCA, sum er skilnaðaravtalan millum ES og Bretland, stendur fyri Trade and Cooporation Agreement.

Hon er galdandi í øllum handilsviðurskiftum millum Bretland og ES, og á fiskivinnuøkinum merkir tað altso, at ES eigur ein part av fiskikvotum, sum Bretland fær í semjum.

 

ES heldur seg vera við skerdan lut, nú Bretland hevur gjørt avtalu um makrelibýti við Føroyar og Noreg. (Savnsmynd)

 

Fáa einki burturav

Men bilaterala - ella sínámillum avtalan, sum Føroyar gjørdu við Bretland - merkir, at ES fær ikki part í teimum 9.982 tonsunum, sum Føroyar hava keypt sína atgongd til bretskan sjógv við.

ES fær heldur ikki lut í teimum 23.660 tonsunum, sum Noreg hevur rindað Bretlandi fyri sína atgongd í bretskum sjógvi.

Bretland fekk, tá avtornaði, 33.644 tons meiri, enn strandarlandaavtalan gav teimum.

Tað merkir, at ES ikki fær lut í øllum partinum av kvotunum, sum enda í partinum hjá Bretlandi, og tað dámar, sum skilst, ikki ES-samveldinum.

Strandarlandsasemjan gav Bretlandi 203.183 tons av makreli - tað eru 27,48 prosent av heildarkvotuni.

TCA-skilnaðaravtalan við ES gevur í tí sambandi ES 21,81 prosent.

 

Makrelur

Frítekst tagging: 
Endaliga býtið er 32,08 prosent til Bretland, 21,81 prosent til ES, 27,8 prosent til Noreg og 12 prosent til Føroyar. (Savsmynd)

 

Bretland fær meira

Men eftir sínámillum avtaluni við Føroyar og Noreg hevur Bretland 33.000 tons meiri, og endar á 236.825 tons, sum eru 32,08 prosent av kvotuni - hetta, uttan at parturin hjá ES er broyttur samsvarandi.

Føroyar áttu undan sínámillum avtaluni við Noreg og Bretland 13,35 prosent, og Noreg átti undan avtaluna við Bretland 31 prosent.

Noreg hevur rindað við 3,2 prosentum fyri at sleppa í bretskan sjógv, og Føroyar rinda við 1,35 prosentum fyri at sleppa í bretskan og norskan sjógv.

Endaliga býtið er sostatt 32,08 prosent til Bretland, 21,81 prosent til ES, 27,8 prosent til Noreg og 12 prosent til Føroyar.

Avtalurnar, sum eru gjørdar eftir semjuna, bera sostatt í sær, at Bretland fær 33.644 tons aftrat, sum ES ikki fær lut í. 

Aðalstjórin í fiskivinnumálum í ES, Charlina Vitcheva, er komin til Føroya, og fyrrapartin hevur hon verið á fund við landsstýrismannin í fiskivinnuálum, millum annað um strandarlandasemjuna, váttar Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juli
Hippi
177478
Mánadag 1. juli
Vit nerta við infertilitet
177477
Mánadag 1. juli
Morgunlestur mánadagur 1. juli 2024
176805
Sunnudag 30. juni
EM-tíðindi: 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451