Eingin nýggjur vinnupolitikkur - heldur ítøkilig átøk á vinnuøkinum

Eingin nýggjur vinnupolitikkur - heldur ítøkilig átøk á vinnuøkinum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu
Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.05.2026 - 09:34

Nýggjur vinnupolitikkur verður ikki orðaður í næstum.

Heldur verður dentur á at fremja ítøkilig átøk á vinnuøkinum, sum samgongan hevur sett sær fyri.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landstýrismaður, í svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Hon hevði skrivligan fyrispurning um dagførdan vinnupolitikk, sum var svaraður í tinginum.

 


Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jacob Vestergaard sigur, at støðið undir føroyska vinnupolitikkinum var lagt í 1999.

Í 2005 var politikkurin lagaður til avbjóðingar og møguleikar í alheimsgerðini. 

Vinnupolitikkurin frá 2005 er enn sum áður aktuellur, sigur Jacob Vestergaard.

Politikkur og lóggáva seinastu 20 árini vísa eisini, at vit hava fylgt og fylgja við skiftandi umstøðum, og broyta tað, sum skal broytast, svarar landsstýrismaðurin.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541