Stór granskingarverkætlan um grindahval og springarar

Stór granskingarverkætlan um grindahval og springarar
Granskingarráðini í Føroyum og Grønlandi hava fíggjað verkætlanina, sum m.a. Fróðskaparsetrið umsitur
Í verkætlanini verða arvaeginleikarnir hjá grindahvali, skjórutum springara og kjafthvítum springara kannaðir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.06.2024 - 15:10

Stór granskingarverkætlan um grindahval og springarar skal eftir ætlan stimbra upp undir burðardygga umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi.

Tað skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Í verkætlanini verða arvaeginleikarnir hjá grindahvali, skjórutum springara og kjafthvítum springara kannaðir. 

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi, og verður umsitin av Fróðskaparsetri Føroya, Grønlands Naturinstitut og Københavns Universitet. 

 

Havstovan eisini við

Nógv samstarv er um hesa verkætlanina, har Havstovan og 10 útlendskir stovnar eisini eru við.

Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur, ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi. 

Eisini verður hugt at ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey, og hvat hetta kann hava at siga í longdini. 

Ætlanin er, at úrslitini skulu brúkast í burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342