ES herðir revsitiltøk móti Russlandi

ES herðir revsitiltøk móti Russlandi
Nýggi revsipakkin skal tetta hol í tiltøkum, sum ES longu hevur sett í verk
Hetta er 14. umfar av tiltøkum, sum ES hevur sett í verk, eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022.
 
20.06.2024 - 13:46

ES-londini eru samd um nýggj revsitiltøk móti Russlandi.

Í revsipakkanum eru m.a. tiltøk, sum skulu tetta holini í øðrum ES-revsitiltøkum móti Russlandi, sigur belgiski formansskapurin í ES.

Sambært Reuters, fevnir pakkin m.a. um forboð fyri at umskipa flótandi gass úr Russlandi í evropiskum havnum.

Belgiski formansskapurin skrivar á X, at pakkin herðir virknaðin av verandi tiltøkum við at tetta hesi holini.

Hetta er 14. umfar av tiltøkum, sum ES hevur sett í verk, eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815