Julian Assange latin leysur

Julian Assange latin leysur
Varskógvarin er til reiðar at játta seg sekan í einum rættarmáli, sum byrjar í USA í morgin. Men hann skal ikki sita meira í fongsli
Hesa myndina hevur WikiLeaks lagt út á sosiala miðilin X, sum WikiLeaks sigur, vísir Julian Assange fara upp í eitt flogfar, á veg til USA.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.06.2024 - 08:36

Eftir fimm ár í fongsli, er avstralski varskógvarin, Julian Assange, eftir øllum at døma latin leysur.

Julian Assange avdúkaði almennar loynidómar í WikiLeaks.

WikiLeaks hevur á sosiala miðlinum X deilt upptøkur, har Assange er á veg í eitt flogfar.

Tað skrivar DR, sum tó ikki hevur fingið upptøkuna váttaða.

 

Julian Assange hevur sitið fongslaður í Bretlandi í meira enn 1900 samdøgur. (Mynd: Sosiali miðilin X, AFP/Ritzau Scanpix)

 

Játtar seg sekan

WikiLeaks-stovnarin hevur sitið í fongsli í London í 1901 dag.

Assange skal vera til reiðar at játta seg sekan í at hava brotið amerikonsku njósningarlóggávuna í einum rættarmáli, sum byrjar í morgin.

Tað er orsøkin til, at 52 ára gamli Assange er latin leysur.

USA hevur í fleiri ár lagt Assange undir, gjøgnum WikiLeaks, at hava hjálpt varskógvarum at leka fleiri milliónir skjøl, sum almenningurin ikki skuldi síggja. 

Ti hevur Assange sitið varhaldsfongslaður í Bretlandi síðstu fimm árini.

 

Fongslingin verður mótroknað

Í 2010 kunngjørdi WikiLeaks í fleiri umførum fleiri túsund loynilig skjøl hjá amerikanska herinum.

Assange verður revsaður, játtar hann seg sekan. Men sambært NBC News er avtala gjørd við amerikanska løgmálaráðiðið, sum sigur, at árini, hann hevur sitið í fongsli í Bretlandi, skulu mótroknast.

Tað merkir, at Julian Assange ikki skal inn aftur at sita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. august
Vikuskiftið 15 august 2025
195641
Fríggjadag 15. august
Súrligt summar: Fýra summarhitt
195637
Fríggjadag 15. august
RagnarRokk: Chantel McGregor um The Healing
194175
Fríggjadag 15. august
Morgunlestur fríggjadagur 15. august 2025
195378
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405