Fyrrverandi forseti 45 ára fongsul fyri rúsevnissmugling

Fyrrverandi forseti 45 ára fongsul fyri rúsevnissmugling
Amerikanska ákæruvaldið sigur, at fyrrverandi forsetin í Honduras broytti landið til eitt rúsevnisríki, meðan hann sat við valdið
Juan Orlando Hernandez er dømdur 45 ára fongsulsrevsing í USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.06.2024 - 08:45

Fyrrverandi forsetin í Honduras, Juan Orlando Hernandez, er dømdur 45 ára fongsul í USA fyri at hava viðvirkað til umfatandi rúsevnissmugling.

- Hernandez broytti landið til eitt rúsevnisríki, meðan hann var forseti frá 2014 til 2022, sigur amerikanska ákæruvaldið.

Hernandez skal hava samstarvað við rúsevnissmuglarar, og nýtt herin og løgregluna í landinum til uttan forðingar at fáa fleiri hundrað tons av kokaini inn í USA.

Nevningatingið í New York dømdi hann í mars mánaði sekan í ákærunum, og revsingin var kunngjørd í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869