X skal rinda bót fyri lógarbrot í Avstralia

X skal rinda bót fyri lógarbrot í Avstralia
X hevur viðurkent, at felagið breyt avstralsku lógina um trygd á netinum
Elon Musk eigur netmiðilin X.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.05.2026 - 14:05

Ein avstralskur dómstólur hevur staðfest, at felagið hjá Elon Musk, nevnt X, skal rinda 650.000 avstralskar dollarar - tað svarar til slakarr tríggjar milliónir krónur - tí felagið hevur ikki megnað at greitt frá, hvussu pallurin verjir børn.

Tað skrivar NTB.

X skal eisini rinda 460.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Málið snýr seg um eina áheitan frá eSafety, trygdareftirlitinum í Avstralia á netinum, í februar 2023. Eftirlitið bað fleiri stórar tøknifyritøkur, eitt nú táverandi Twitter, um at greiða frá, hvat tær gera fyri at berjast ímóti tilfari, sum vísir kynsligan ágang móti børnum.

 

Viðurkennir lógarbrot

X hevur viðurkent, at felagið breyt avstralsku lógina um trygd á netinum við ikki at lata inn frágreiðing, sum til fulnar svaraði spurningunum hjá eftirlitsmyndugleikanum.

Trygdarkommisserurin í Avstralia, Julie Inman Grant, sum áður hevur arbeitt hjá Twitter, sigur, at gjøgnumskygni er avgerandi, so at fyritøkurnar taka sína ábyrgd við í øllum.

- Hetta er ikki bara ein týðandi partur av okkara arbeiði sum eftirlitsmyndugleiki hjá Avstralia; tað gevur eisini almenninginum týðandi upplýsingar um, hvussu fyritøkurnar handfara tað ringasta av tí ringasta innihaldinum á sínum pallum, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572