EM: Bridgekvinnurnar tveir sigrar higartil

EM: Bridgekvinnurnar tveir sigrar higartil
Kvinnurnar á bridgelandsliðnum vístu sera gott spæl í dystunum móti Italia og Ungarn í EM-kappingini, sum er í Herning. Føroyingarnir vunnu báðar dystirnar
Kvinnulandsliðið eftir fyrsta sigurin. Sitandi: Marjun Restorff og Maria V. Hansen. Standandi: Arnleyg Mikkelsen, Eva Sarita Berg. Birita T. Clementsen og Anna Paulina Olsen.
Mynd: Føroya Bridgesamband  
 
30.06.2024 - 14:00

Føroyska bridgelandsliðið við kvinnum er komið væl frá byrjan í EM-kappingini, sum er í Herning í hesum døgum.

Við góðum spæli hava føroysku kvinnurnar vunnið ímóti bæði Italia og Ungarn higartil í kappingini, har 21 lond kappast tilsamans, skrivar Bridgesambandið.

 - Nógvir dystir eru eftir, men longu nú halda vit, at úrslitini eru góð, og at tað er rætt, at Føroya Bridgesamband hevur sent kvinnulandslið til EM, sigur Óli Holm, sum er liðskipari.

Tað eru 20 ár síðan, at landsliðið við kvinnum var við til EM seinast.

Trý føroysk bridgelandslið eru við í EM-kappingini. Umframt kvinnurnar er opið lið, sum er tað besta liðið, og so veteranliðið, sum er liðið hjá spælarum eldri enn 64 ár.

Opna liðið liggur eitt sindur undir miðjuni í teirra raði, meðan vetaranlandsliðið eigur nøkur góð úrslit til góðar – liðið er á aftasta plássi.

Spæld vera tríggjar ferðir 16 spøl hvønn dag, og kappingin endar hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025